Innanlands

Tingformaðurin heitt á øll um at lata seg kanna

Eitt starvsfólk í umsitingina hjá løgtinginum er smittað við koronu, og hevur tingformaðurin tí heitt á øll, sum starvast í tinginum um at lata seg kanna – Um hetta fer at ávirka tingfundin mánadagin ber ikki til at siga

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-19 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir

Eitt starvsfólk í umsitingini hjá løgtinginum hevur fingið staðfest koronu. Tað váttaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður fyri Útvarpinum í gjár.

Viðkomandi, sum fekk staðfest koronu fríggjadagin, hevur seinastu tíðina ikki verið aðrastaðni enn heima og til arbeiðis, og tí er illgruni um, at smittan kann stava úr umhvørvinum í løgtinginum, sigur løgtingsformaðurin.

Jógvan á Lakjuni hevur heitt á tingfólk og onnur, sum starvast í tinginum, um at lata seg kanna áðrenn næsta tingfund, sum er settur til at vera mánadag seinnapart. Enn er ikki greitt, hvussu hetta fer at ávirka fundin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald