Innanlands

Tingfundurin er nú av - løgtingið farið í jólafrí

Eftir stutt orðaskifti varð uppskoti í broyting í løgtingslóg um sjófeingi samtykt við triðju viðgerð. Bjarni Hammer hevði tikið uppskotið um eykaskip til Suðuroyar aftur, og so ynskit løgtingsformaðurin hinum tinglimunum gleðilig jól - spurningurin er, um hetta tingið fer at savnast aftur

2021-12-20 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið nógv aftur og fram upp til og við dagsins tingfund, ið var tann seinasti í ár, og sum ikki var langur.

Til triðju viðgerð av málunum um sammóður var einki orðaskifti. Farið var beint til atkvøðugreiðslu, og eitt løgting, ið sá nakað øðrvísí út enn vanligt, samtykti málini við ávikavíst 17 og 18 atkvøðum fyri.

[object Object]
Úrslitið av triðju viðgerð (Mynd: Sverri Egholm)

Les eisini: Bæði uppskotini um sammóður samtykt

Eftir nógv politisk og óvanlig trekk var avgerðin harvið fallin, og so var stuttur steðgur. Eitt mál var tó afturat, ið skuldi til triðju viðgerð. Tað var uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin). Tað snúði seg um veiðiloyvi og brúksskyldu, um at leingja gildistíðina á rættindum, flyta ófiskaðar kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2021 til 2022 og eigaraviðurskifti í føroyskum deksbátum.

Tað vóru bert Høgni Hoydal og Jákup Mikkelsen, ið tóku orðið, og eftir nakað av heldur væntaðum orðadrátti millum løgtingslimirnar úr ávíkavist Tjóðveldis- og Fólkaflokkinum um fiskivinnu- og rættindi, var klárt at atkvøða.

Langt frá allir løgtingslimirnir vóru í salinum undir stutta orðaskiftinum, men eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at málið varð samtykt við 18 atkvøðunum.

Einki dramatiskt har, men støðan viðvíkjandi samgonguni er ógvuliga ógreið. Tingbólkurin hjá Miðflokkinum skuldi á fund nú klokkan trý. Jenis av Rana hevur áður gjørt greitt, at um málið um sammóður varð samtykt, so er eingin samgonga. Annika Olsen kom, hóast alt, við til viðgerina og atkvøddi aftur fyri. Jørgen Niclasen segði í samrøðu við Kringvarpið klokkan 14, at hann harmaðist støðuna í flokkinum og eisini, at løgmaður hevði fríttstillað tinglimirnar í Sambandsflokkinum til at atkvøða eftir egnari sannføring. Hann kundi, eins og formaðurin í Miðflokkinum, ikki siga nakað endaliga um støðuna hjá samgonguni.

So tá Jógvan á Lakjuni, eftir at hava kunngjørt at uppskoti hjá Bjarna Hammer um eykaskip til Suðuroynna var tikið aftur, ynskti gleðilig jól, so var tað møguliga seinastu ferð, at heisin løgtingsformaðurin tosaði til hetta løgtingið.

[object Object]
[object Object]
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir segði landstýrissessin frá sær fyri at koma í Løgtingið - hetta hjálpti ikki hjá Fólkaflokkinum (Myndir: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder