
Ongin fundur er í tingsalinum í løtuni.
Fundurin varð settur klokkan nakað yvir ellivu, men niðurlagdur aftur beinanvegin.
- Tað er komin áheitan um at niðurleggja fundin. Tað verður arbeitt við einum broytingaruppskoti, skilji eg á lagnum, segði Jógvan á Lakjuni, tingformaður og boðaði frá, at fundurin verður settur aftur klokkan 13.30
Tað er umstrídda málið um rætt hjá samkyndum foreldrum til barsilspening, sum er fyrsta mál á tingfundinum í dag. Talan er um aðru viðgerð, og harvið er eisini atkvøðugreiðsla á skránni.
Annars eru tríggjar fyrstu viðgerðar á dagsskránni fyri dagsins tingfund. Alt mál, sum Tjóðveldi hevur lagt fyri ting. Men hesi verða, sum skilst at bíða, til málið um barsilspening er avgreitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald