2020-06-26 17:10
Fyri løtu síðani samtykti løgtingið endaliga uppskotið um at heimila landsstýrismanninum við vinnumálum at lata skeinkingarstøð aftur. Eins og við aðru viðgerð, varð uppskotið samtykt við 15 atkvøðum fyri og 13 ímóti.
Hetta gjørdist eisini seinasta málið, ið varð samtykt í hesi tingsetuni.
Jógvan á Lakjuni segði áðrenn hann sleit fundin, at um einki óvæntað hendir, so verður tingfundur aftur á ólavsøku.
Í hesum tingárinum hava tingfólkini fundast í 365 tímar á 100 fundum, herav 95 síðan løgtingsvalið.
149 mál eru løgd fram hetta árið. Av teimum eru 20 tikin aftur av uppskotssetarunum og sjey mál eru ikki komin aftur úr nevnd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald