Við stórum meiriluta fyri varð misálit á týska samveldiskanslaran samtykt 16. desember.
Samstundis ásetti falni Olaf Scholz, at nýtt tjóðartingsval skal verða 23. februar 2025. Tað skuldi annars eftir ætlan vera val í Týsklandi í september.
Sí eisini: Misálit á samveldiskanslaran - val útskrivað
Nú er eisini endaliga greitt, at tað verður einki tingarbeiði men so at siga bara valstríð næstu tveir mánaðirnar.
Frank-Walter Steinmeier, forseti, hevur í dag formliga útskrivað nýval. Hetta gjørdi hann í sambandi við, at sendi tjóðartingið til hús - ríkisdagurin er fyribils upploystur.
Týska tjóðartingið gjørdist so at siga óarbeiðsført í november. Hetta var, eftir at Olaf Scholz koyrdi fíggjarmálaráðharran úr embætinum, og FDP tók seg úr týsku stjórnini.
Olaf Scholz á forsetaborgini í Berlin saman við Frank-Walter Steinmeier, forseta. Nú hava báðir útskrivað nýval til samveldistingið (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald