Innanlands

Tingið verður sett klokkan 10

Fíggjarlóg og veiðigjøldini skulu avgreiðast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-12-30 09:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast tað er næstseinasti dagur í árinum, so eru landsins fíggjarviðurskifti fyri næsta ár ikki komin upp á pláss enn.

Fíggjarlógin er ikki komin upp á pláss. Men tað verður hon væntandi í dag, tá løgtingið kemur saman til triðju og endaligu viðgerð av fíggjarlógini.

Roknað verður við, at nøkur broytingaruppskot verða løgd fram, so at fíggjarlógin verður broytt nakað í mun til uppskotið, sum varð samtykt við tepra meirilutanum hjá samgonguni undan jólum.

Eisini málið um veiðigjøld fyri uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavinum skal hava endaligu viðgerðina á tingfundinum, sum sambært ætlan verður settur klokkan 10.00

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder