Innanlands

Jørgen ikki at hóma í tinginum

Í dag tók Jørgen Niclasen sæti á tingi aftur, eftir at hann í gjár bað løgmann loysa seg úr starvinum sum fíggjarmálaráðharri. Orsøkin er, at hann fyri døgum síðani varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Men Jørgen var ikki at síggja í løgtinginum fyrrapartin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-17 12:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jørgen Niclasen er aftur tingmaður. Hesum boðaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá í tinginum fyrrapartin.

Men eingin Jørgen Niclasen var at síggja í tinginum, tá tingfundurin byrjaði klokkan 11.

Tað var í gjár, at tað kom fram, at nú fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum var tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági hósdagin í síðstu viku. Løtu seinni eftir at tíðindini vóru komin út í miðlarnar, boðaði Løgmansskrivstovan, at løgmaður hevði loyst Jørgen Niclasen úr starvi.

Jørgen Niclasen fekk 722 atkvøður á valinum í 2019, og nú formaðurin í flokkinum aftur hevur tikið sæti á tingi, rýkur varamaðurin Heðin Zachariasen út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder