Innanlands

Tingmaður spyr um ættleiðing úr øðrum londum

Uni Holm Johannesen spyr landsstýrismannin í lógarmálum, hvat krevst fyri at fáa eina føroyska ættleiðingarskipan, og hvat krevst fyri at Føroyar kunnu knýta í aðrar norðurlendskar ættleiðingarskipanir, nú danska DIA fyribils hevur steðgað øllum altjóða ættleiðingum

Uni Holm Johannesen, tingmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uni Holm Johannesen, tingmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-24 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku varð boðað frá, at danska ættleiðingarfelagið Danish International Adoption, DIA, fyribils steðgar altjóða ættleiðingum, og ber tað nú ikki til at ættleiða til Føroya úr øðrum londum.

Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur nú sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, fyrispurning um málið.

Hann vil m.a. hava at vita, hvussu tað ávirkað føroyingar, sum hava ætlað sær at ættleiða, og hvørji rættindi og trygd føroyingar hava, sum hava goldið fyri at fáa góðkenning sum ættleiðingarforeldur men framvegis ikki hava fingið møguleikan at ættleiða.

– Ættleiðing skal sjálvsagt fara fram undir lógligum og skipaðum viðurskiftum, sigur tingmaðurin, sum vísir á, at avgerðin hjá DIA reisir nógv ivamál, serliga hjá teimum, sum spent hava bíðað eftir at sleppa at ættleiða úr øðrum londum.

Uni Holm Johannesen hevur eisini spurt Bjarna Kárason Petersen, um hann veit, hvørji líkindini eru fyri, at danir fara at taka altjóða ættleiðing uppaftur í næstum, hvat krevst fyri at fáa eina føroyska ættleiðingarskipan, og hvat landsstýrismaðurin heldur um tann møguleikan. Hann spyr eisini hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu knýta í aðrar norðurlendskar ættleiðingarskipanir, t.d. ta íslendsku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder