Í kvøld lendi spildurnýggja flogfarið hjá Atlantic Airways fyri fyrstu ferð í Vágum. Talan er um eitt neo-flogfar, sum tekur 174 ferðafólk.
Eins og hini flogførini hevur nýggja flogfarið eisini fingið navn.
Flogfarið eitur Tita eftir listakvinnuni Titu Vinther. Tita Vinther var slóðbrótandi listakvinna innan føroyska tekstillist. Í 2005 fekk Tita Vinther stóra viðurkenning, tá ið hon fekk Mentanarvirðisløn landsins. Fleiri av hennara verkum eru ogn hjá eitt nú Listasavni Føroya, og hon hevur havt ein týðandi leiklut í føroyskari listasøgu.
Tita andaðist í 2019.
Nýggja flogfarið fer at flúgva á Danmarkar og Íslandsleiðini. Frmmanundan eigur Atlantsflog eitt sama slag Airbus 320 neo-flogfar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald