Mentan

Títt blómandi mál: Nýtt lag frá Ronnie

– Tað er ein kærleikssangur um konu mína, sigur Ronnie

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-03-23 16:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um ein hevur eina fitta konu, sum hevur lyndi til at siga ymiskt býtt og stuttligt av óvart, hvat ger man so? Spyrt tú Ronnie, so yrkir man sjálvandi ein sang um konuna og hennara blómandi mál, og tað er júst tað, sum hann hevur gjørt.

Ronnie sigur soleiðis um sangin:

– Sangurin kallast "Títt Blómandi Mál", og tað er ein kærleikssangur um konu mína og hennara mongu "sprogblomster", sum man kallar tað á donskum. Á føroyskum eitur tað "blómandi mál", og tað er m.a., tá ið man sigur okkurt skeivt á ein stuttligan hátt. Tíbetur kann hon flenna eftir tí sjálv, og tí tori eg eisini at útgeva sangin, sigur Ronnie brosandi.

Tað er ein lættur og festligur sangur, sum í stíli ber brá av country. Herborg Torkilsdóttir syngur kór og hevur lagt til rættis. Henning Jensen er eisini partur av kórinum. Tað er enn eina ferð Julian Andreasen, sum Ronnie hevur samstarvað nógv við, ið hevur framleitt og ljóðblandað sangin.

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum so sum Spotify og Youtube frá dags dato.

Títt blómandi mál
Orð og Lag: Ronnie Korsager Davidsen
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Kór og lagt til rættis: Herborg Torkilsdóttir & Henning Jensen
Steel Gittari: Reggie Duncan
Fiól: Jessie Morgan
Mastering: Holger Lagerfeldt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder