Innanlands

Tjaldrið sleipaði bát til Eiðis

Ein snellubátur fekk motortrupulleikar í Norðhavinum seinnapartin í gjár

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

Tjaldrið (Savnsmynd: KVF)

2022-07-20 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 15 í gjár varð boðað frá, at ein snellubátur, sum var staddur í Norðhavinum, hevði trupulleikar við motorinum, og hevði hann tí tørv á sleipi.

Tjaldrið fór eftir bátinum og sleipaði hann til Eiðis.

Sambært heimasíðuni hjá Vørn kom Tjaldrið á Eiði við bátinum um 22-tíðina í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder