Mentan

Tjóðpallurin bjóðar ókeypis koronologar í Norðurlandahúsinum

Koronologar 2020 er eitt samstarv millum rithøvundar, sjónleikarar, leikstjórar og filmsfólk

2020-06-15 11:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggjasta verkætlanin hjá Tjóðpallinum er ein tvørlistarlig verksmiðja, ið hevur savnað listafólk innan ymsar listagreinar, og sett teimum stevni við avbjóðingum, ið bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti.

Rithøvundar, ið eru vanir at skriva bøkur, stuttsøgur, teigar og yrkingar, hava skrivað einarøður til pall. Leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum í salinum, hava tulkað og framført hesar tekstir framman fyri einum sjónbandsupptøkutóli. Og myndatakarar hava, saman við leiklistafólkunum, loyst uppgávuna, at samantvinna rit-, pall- og filmslistina.

Nú verður høvi at síggja partar, av hesi tvørlistaligu verksmiðjuni í Norðurlandahúsinum, tá Tjóðpallur Føroya saman við Norðurlandahúsinum, fer at sýna fram nakrar av hesum nevndu filmum. Umframt sýningina av framleiddu filmunum, fara leikarar at bera fram fleiri nýskrivaðar tekstir, ið fara at verða grundarlag undir enn fleiri filmum av hesum slag.

Fyrsta sýningin verður í annaðkvøld. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug vegna smittuslóð. Uppstillingin í hølinum er við 1m frástøðu.

Korona gav flest øllum nakrar avmarkingar. Tjóðpallurin tók tó broyttu umstøðurnar, sum eina avbjóðing, og fór undir hesa tvørlistarliga leiklistasmiðju. 

Tey, ið skrivað hava, eru Trygvi Danielsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Carl Johan Jensen, Dagfinn Olsen, Sólrún Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen, Armgarð Arge, Steintór Rasmussen og Oddvør Johansen.

Leikarar og leikstjórar eru Laura Joensen, Hjálmar Dam, Birita Adela Davidsen, Hans Tórgarð, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Annfinnur Heinesen, Barbara Hentze í Stórustovu og Páll Danielsen.

Staðið fyri upptøkum og eftirviðgerð, hava Bjørg Mohr Andersen, Rúni Friis Kjær og Jónfinn Stenberg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder