Innanlands

Tjóðsavnið álagt Zarepta at gevast við at brenna bál á krígsminni

Talan er um friðað stað, so legustaðið á Vatnsoyrum noyðist at finna nýtt stað til at brenna bál

2019-07-17 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við legur á Zarepta hevur tað ikki verið óvanligt at brent bál við krígsminni á Vatnsoyrum; skamt frá leguhúsinum. Hetta fer tó ikki at vera ein møguleiki longur. Gjørt varð fyri stuttum vart við ein trupulleika hesum viðvíkjandi, og nú hevur Tjóðsavnið boðað leiðaranum á Zarepta frá, at har ikki skal brennast bál. Orsøkin er, at talan er um umráðandi krígsminni frá 2. heimsbardaga, ið er friðið. Hetta skrivar jn.fo. 

[object Object]
(Bál og Krígsminni á Vatnsoyrum - Mynd: Rodmund á Kelduni)

Í grundgevingini stendur eisini, at søkjast skal um loyvi frá Vága kommunu at brenna bál; tað skal gerðast í hvørjum einstøkum førið, og tað er heldur ikki gjørt í samband við krígsminni. Tað tykist harvið greitt, at um Zarepta í framtíðini vil brenna bál, noyðast Zarepta og Vága kommuna finna hóskandi øki til endamálið, 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder