Mentan

Tjóðsavnið skipar fyri 14 summartúrum í ár

Talan er um bólkatúrar við serfrøðingi ymsastaðni í Føroyum

Dronumynd av útgrevstri Niðri á Bakka (Mynd: Tjóðsavnið)

Dronumynd av útgrevstri Niðri á Bakka (Mynd: Tjóðsavnið)

2021-06-23 20:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár skipar Tjóðsavnið fyri summartúrum, har til ber hjá fólki at fáa ein túr saman við einum serfrøðingi frá Tjóðsavninum.

Tilsamans verður skipað fyri 14 túrum við ymiskum evnum ymsastaðni í Føroyum. Talan er um bólkatúrar, har bólkarnir eru smáir, so lætt er hjá vegleiðaranum at samskifta við øll á túrinum.

– Hetta er ein sera góður møguleiki hjá fólki, at fáa betur innlit í nátturu og mentan okkara. Túrarnir eru ætlaðir vaksnum og størri børnum, skrivar Tjóðsavnið í tíðindaskrivi.

[object Object]Reyðspógvi (Mynd: Tjóðsavnið)

Skipað verður fyri fuglatúrum, fjørutúrum, skordýratúrum, plantutúrum, rundvísing í Hoyvíksgarði og rundvísing á fornfrøðiliga útgrevstrinum Niðri á Bakka á Velbastað.

Til ber at tekna seg til túrarnar á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn. Meira kunning fæst á www.tjodsavnid.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder