Sjónvarpsstøðin DK4 hevur tikið upp eina røðu hjá Magna Arge, fólkatingsmanni hjá Tjóðveldi, har hann greiðir frá politiska virkseminum hjá flokkinum og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Hann sigur m.a., at Tjóðveldi er ein fræls føroysk rødd í fólkatinginum, sum ikki vil binda seg til ávisan danskan flokk, men samstarvar breitt í fólkatinginum um mál og viðurskifti, sum hava týdning fyri Føroyar.
Sendingin varð tikin upp fríggjadagin og verður send seinni í vikuni á DK4, men hon sæst longu nú á YouTube og hoyrist á DK4 podcast.
DK4 er ein privat sjónvarpsstøð, sum framleiðir og sendir public service-tilfar.
Sí eisini: Javnaðarflokkurin 10 minuttir í donskum sjónvarpi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald