Innanlands

Tjóðveldi: 300-350 milliónir fyri at endurnýggja strandfaraflotan

Tjóðveldi eftirlýsir tíðarhóskandi ferðasamband til allar oyggjarnar og ynskir eina breiða semju

Í uppskotinum hjá Tjóðveldi verður nevnt, at SAM kann umbyggjast til farmaskip, sum skal sigla til oyggjarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Í uppskotinum hjá Tjóðveldi verður nevnt, at SAM kann umbyggjast til farmaskip, sum skal sigla til oyggjarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-01 09:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tjóðveldi fer mánadagin at leggja eitt nýtt uppskot um nýggjar ferjur til oyggjaleiðir fyri Løgtingið. Uppskot til samtyktar er um at endurnýggja strandfaraflotan. Tjóðveldi ynskir, at nýggjar tíðarhóskandi ferjur verða bygdar til allar oyggjaleiðirnar, at hetta greitt verður raðfest í fíggjarkørmunum fyri komandi árini, og tat tað verður ein breið politisk semja um hetta,

- Føroyar skulu hava eitt nútímans samferðslukervi. Tíðarhóskandi ferðasamband til leysu oyggjarnar er bráðneyðugt. Fyri 300-350 milliónir, býtt yvir nøkur fá ár, ber til at endurnýggja allan flotan.   

Hetta skrivar Tjóðveldi, ið vísir á, at 
Føroyar eru eitt oyggjaland, og gott dagligt ferðasamband er avgerandi, skulu treytirnar fyri at virka og liva verða javnsettar kring landið alt:

- 85 prosent av fólkunum í Føroyum hevur í dag fast samband, og landið hevur gjørt stórar íløgur í vegir, tunnlar, brýr og byrgingar fyri at binda saman oyggjarnar. Hetta áleggur politisku skipanini eisini at tryggja tíðarhóskandi samband sjóvegis til leysu oyggjarnar. 

Tjóðveldi metir, at er undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir av árliga, kann allur flotin endurnýggjast uppá fimm - seks ár. Serliga "leysu oyggjarnar" skulu hava raðfesting: Nýggj Nólsoyarferja og Kalsoyarferja kosta 90-100 mio hvør. Nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloy/Svínoy kosta umleið 45-50 mio hvørt. Heyst/Koltur skal eisini hava nøktandi samband og SAM kann umbyggjast til farmaskip at sigla millum oyggjarnar. Mykines verður eisini nevnt, sum ein leið, har ferðasambandið er ótíðarhóskandi, og at tað er neyðugt at sigla meira har.

Tjóðveldi eftirlýsir eina langtíðarsemju og breiða politiska undirtøku, og sammetir við, hvussu tilgongdin hevur verið við seinastu undirsjóvartunnlunum, ið eru farnir í gongd. Í skrivinum um uppskoti nevnir Tjóðveldi eisini, at peningur skal verða játtaður til ábøtur á Smyril og avloysaraskip til Suðuroyaleiðina, umframt at ferjurnar skulu verða riknar við varandi orku

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder