Øll børn hava rætt til nøktandi skúlatilboð. Børn við serligum avbjóðingum hava allan rætt og krav uppá at vera javnsett við aðrar skúlanæmingar. Tí leggur Tjóðveldi uppskot fram um, at Løgtingið játtar 800.000 krónur nú, so skúlin kann hava nøktandi játtan í hesum árinum.
Fyri komandi fíggjarár má játtanin verða framskrivað 2,4 milliónir krónur til fult virksemi, so skúlin hevur nøktandi fígging fyri at bjóða eitt nøktandi undirvísingartilboð.
- Vit kunnu ikki sum samfelag góðtaka, at børn við serligum avbjóðingum eru verri stillað enn onnur børn.
Sirið Stenberg setti landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning á Løgtingi 27. august í ár. Hon spurdi landsstýrismannin, um skúlin á Trøðni hevði játtan at veita øllum næmingum nøktandi skúlatilboð, og um nei hvussu nógv restar í.
Tá upplýsti landsstýrismaðurin, at skúlanum tørvaði fýra størv, svarandi til 2,4 milliónir árliga afturat fyri at veita skúlabørnunum nøktandi skúlatilboð. Hann staðfesti, at øll børn fáa skúlatilboð, men ikki nøktandi tilboð.
Sirið Stenberg gjørdi landsstýrismanninum greitt, at um hann ikki kom við einari eykajáttan, so kom hon frá Tjóðveldi.
- Vit hava ikki stundir at bíða, og vit eiga als ikki at góðataka at okkara einasti serskúli, ikki kann veita børnunum nøktandi skúlatilboð.
Tí legði Tjóðveldi uppskot um eykajáttan fram á løgtingsfundinum í gjár. Eykajáttanin kemur til fyrstu viðgerð týsdagin.
Skúlin skal á komandi íløguætlan fyri fíggjarárið 2027
Vit eru vitandi um, at skúlanum eisini tørvar íløgupening bæði til hølir, útgerð, spælimøguleikar o.a. Tí fara vit eisini at fylgja upp uppá hendan partin í samband við fíggjarlógina. Vit meta at rættast er at fara undir fyrireikingar til ein nýggjan og tíðarhóskandi skúla á Trøðni. Meðan fyrireikingartíðin er, er tó neyðugt at bøta um verandi skúla. Børnini og starvsfólkini sum eru har nú kunnu ikki bíða eftir nýggjum skúla.
Tíðindaskriv frá Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald