Innanlands

Tjóðveldi hevur floksting í Sørvági í vikuskiftinum

Undir heitinum "Sjálvbjargið fólk, vinna og vælferð". Tjóðveldi vil á flokstinginum leggja dent á teir partar av okkara vinnu og framleiðslu, sum í politisku skipanini støðugt verða gloymdir, goymdir burtur og fáa vánaligar sømdir 

Høgni Hoydal hevur sína formansfrágreiðing leygarmorgunin (Mynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal hevur sína formansfrágreiðing leygarmorgunin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-18 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Floksting Tjóðveldis 2021 verður í marghøllini í Sørvágs skúla í vikuskiftinum - dagnarnar 21. og 22. mai - undir heitinum: “Sjálvbjargið fólk, vinna og vælferð”

- Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk savnast, fyri at taka samanum og seta út í kortið av nýggjum.

Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, og leygardagin setur Tjóðveldi kikaran á, hvussu vit virða og virka okkara ríka livandi náttúrutilfeingi: Hvussu vit skulu umsita tað burðardygt, og hvussu vit kunnu fáa nógv meira virði burturúr, til tess at skapa ein sjálvberandi búskap og eitt sjálvbjargið fólk við bestu matvøruframleiðslu.

- Tjóðveldi vil við hesum leggja dent á teir partar av okkara vinnu og framleiðslu, sum í politisku skipanini støðugt verða gloymdir, goymdir burtur og fáa vánaligar sømdir. 

Talan er, sambært tíðindaskrivinum frá Tjóðveldi, um virðisøkingina á fiskavirkjunum kring landið, útróðrarvinnuna og at virka dygdarmatvørur úr okkara egna tilfeingi.

Triggir gestarøðarar fara at siga sína erligu hugsan um støðuna og geva íblástur og boð uppá, hvat vit eiga at gera. Talan er um Jens Martin Knudsen, framleiðslustjóra á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, Finnbjørn Vang, ið er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, og Gunnhild Dahl Niclasen, sum á fleiri pallum slóðar fyri og starvast við burðardyggari matvøruframleiðslu.

Formansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal verður leygarmorgunin klokkan 09.30.

Skráin:

Fríggjadagur 21. mai

19.00   Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna setur flokstingið
19.15   Mentanarlig framførsla
19.30   Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi
20.00   Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
21.00   Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
22.30   Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum

Leygardagin 6. apríl

08.30   Morgunmatur
09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður – verður stroymd á Facebook og heimasíðu floksins.
10.15   Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.00   Matarsteðgur
13.00   Politiskt orðaskifti framhald
14.45   Steðgur
15.00   Gestarøðarar
16.00   Politiskt orðaskifti framhald
17.00   Kunning frá Unga Tjóðveldið
17.30   Yvirlýsing
18.00   Kvøldseta
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder