Innanlands

Tjóðveldi øtast inn á avgerð um dieselbussar

Avgerð er tikin í teknisku nevnd um at Bussleiðin framhaldandi skal vera dieselrikin - tó er ætlanin um at keypa elbussar til ta einu leiðina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-10 08:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Býráðslimirnir hjá Tjóðveldi í Tórshavnar býráð øtast yvir, at meirilutin í býráðnum hevur tikið avgerð um, at nýggju býarbussarnir skulu vera dieseldrivnir.

- Tað er ótrúligt, at býráðsmeirilutin kann fáa seg at arbeiða so svart, siga tey í einum skrivi, ið varð sent út í gjár.

Sambært skrivinum, hevur meirilutin í teknisku nevnd, eftir tilmæli frá umsitingini tikið avgerð um at nýggju bussarnir skulu vera dieselriknir.

Tó er ætlanin um at keypa ein ella tveir bussar, so tann eina av leiðunum, leið 4, verður rikin við eldrivnum bussum.

[object Object]Umboðini hjá Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Frá vinstru Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg

- Bussleiðin stendur fyri heili 14 prosentum av útlátinum hjá Tórshavnar kommunu, men tað síðsta vit hoyrdu til ambitiónirnar hjá meirilutanum á veðurlagsøkinum var, tá tey søgdu í valskránni, at “Vit vilja ganga fremst innan orku og ferðslu”. Pappírið er takksamt, skriva teir tríggir býráðslimirnir hjá Tjóðveldi, Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg í skrivinum, har tey eisini spyrja hvat Javnaðarflokkurin á løgtingi heldur um hesa avgerð.

Eisini FNU – Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag – mótmælir ætlanini hjá kommununi.

Lesið á lesarin:fo:

Har fór grøna leiðin: Tórshavnar kommuna ætlar enn at keypa dieselbussar 

FNU: Tórshavnar býráð má velja framtíðina 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder