Tjóðveldi hevur sent áheitan til sponsku stjórnina – og til spanska tjóðartingið – um, at loysa kreppuna í Katalonia við samrøðu og fólkaræði. Samstundis verður mótmælt, at politikarar og leiðarar eru fongslaðir vegna eina fólkaræðisliga fólkaatkvøðu.
Síðan 2010, tá ið spanski stjórnarskipanardómstólurin kolldømdi uppskotið til nýggja stjórnarskipan fyri Katalonia, ið varð samtykt á fólkaatkvøðu og samtykt bæði í spanska og katalanska parlamentunum, hevur støðan í Katalonia verið alsamt meira spent, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi í morgun.
Eftir fólkaatkvøðuna í 2017 er støðan hartil støðugt versnað. Politikarar og leiðarar í Katalonia hava verið varðhaldsfonglsaðir og í útlegd í nærum tvey ár. 14. oktober 2019 endaði rættarmálið við, at níggju av teimum ákærdu fingu dóm millum 9 og 13 ár, umframt at spanskir myndugleikar sendu út nýggj handtøkuboð. Hetta loysir ikki kreppuna í Katalonia. Tvørturímóti.
Samstundis er talan um eitt álop á fólkaræðið og grundleggjandi mannarættindi, tá fólk verða beind í fongsul, bert tí tey skipa fyri eini fólkaatkvøðu.
Í áheitanini til sponsku stjórnina frá Tjóðveldi stendur millum annað:
“Vit vilja øll hava eitt Evropa, har sterkt fólkaræði, talufrælsi og rætturin til at savnast og mótmæla, eru galdandi.
Vit vilja eisini øll, at kreppur verða loystar við samrøðu. Tí alternativið kenna vit – og tað vilja vit ikki hava.
Vit løgtingsfólk, leiðsla og umboð fyri politiska flokkin Tjóðveldi í Føroyum, vilja hervið heita á tykkum í sponsku stjórnini um at taka stig til at loysa kreppuna í Katalonia skjótast til ber...
At nýta dómstólar til at seta politisk mótstøðufólk í fongsul loysir ongar trupulleikar. Hetta ger trupulleikarnar størri.
Vit mótmæla staðiliga fongsling av fólkum, ið við fólkaræðisligum amboðum stríðast fyri sjálvsavgerðarrætti, samrøðu og fólkaræði...”
Tey, ið hava skrivað undir áheitanina eru Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Gunnhild D. Niclasen, Kristina Háfoss, Bjørt Samuelsen, Beinta Løwe, Herfør Pálsdóttir, Olga Fossdalsá, John Dalsgarð, Rókur Herup Olsen, Magni Arge, Fríðbjørg Andreasen, Finnbjørn Hovsgarð, Jenus í Trøðini, Sonni á Horni, Lone Høeg Bejer, Kristian Oskar Henriksen, Emil Hermansen, Jóhan F. á Ørg og Brandar Heðinsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald