Innanlands

Tjóðveldi vil seta pengar av til at endurnýggja strandferðsluflotan

Heitir á hinar flokkarnar um at seta pengar av til nýggja nólsoyarferju beinanvegin

Jósup - álitið hjá nólsoyingum í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Jósup - álitið hjá nólsoyingum í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-16 17:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Í fíggjarætlanini hjá samgonguni eru pengar ikki settir av til nýggja ferju til Nólsoyar fyrr enn í 2025. Henda íløga kann ikki bíða til næsta valskeið.

Soleiðis sigur Tjóðveldi, sum hevur sent eina áheitan til allar flokkar á tingi um at finna semju um fígging til nýggj strandfaraskip og eisini gera semju um endurnýggjan av strandfaraflotanum, so smærru oyggjarnar allar fáa tíðarhóskandi ferðasamband innan fá ár.

Ein ætlan eigur at vera gjørd fyri at projektera og byggja nólsoyarskip beinanvegin, og samstundis seta pening av til endurnýggjan av oyggjaferjunum hjá SSL komandi árini, sigur flokkurin.

- Til fíggjarlógina fyri 2021 hava vit tí mælt til, at Løgtingið játtar 30 milliónir krónur til at projektera og fara undir at byggja nýtt skip í 2021 fyri at byrja upp á endunýggjanina av strandfaraflotanum. Vit mæla eisini til, at ein árlig játtan á 75 milliónir krónur til bygging av skipunum verður sett á fíggjarlógina árini 2022-2025.

- Tíðarhóskandi ferðasamband til oyggjarnar uttan vegasamband er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum. Fyri 300- til 50 milliónir krónur, býtt yvir nøkur ár, ber til at endurnýggja SSL-flotan, sum røkir dagliga sambandið við smærru oyggjarnar.

- Tørvur er á at byggja nýggja nólsoyarferju sum skjótast, eins og tørvur er á einari ætlan fyri at byggja nýggjar ferjur til allar tær smærru leysu oyggjarnar, skrivar Tjóðveldi í áheitanini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder