Tað skapti órógv innan Tjóðveldi, at eitt valevni hjá flokkinum alment boðaði frá, at viðkomandi ikki var sinnaður at slíta fiskivinnusamstarvið við Russlands.
Síðan hava onnur valevni og fólk við tøttum tilknýti til flokkin tikið undir við hesi áskoðan, og tað vær nú floksskrivstovuna at reagera.
Fyrrapartin í dag sendi samskiparin hjá Tjóðveldi, Katrin Petersen, út eina fráboðan frá øllum valevnum sloksins. Fráboðan dadlar í fyrstu atløgu sitandi samgongu fyri onki at hava gjørt fyri at loysa hetta mál, men ístaðin fyri at hava kastað landið út í eitt valstríð.
Í øðrum lagi verður staðfest, at Tjóðveldi ikki er sinnað at slíta samstarvið við russar her og nú.
Tað er – eins og hjá tí, ið var uppruna orsøkin til hetta órógv – atlitið til tey nógvu sjófólkini, ið eru knýtt at fiskiskapinum í Barentshavinum, sum er orsøkin.
Tjóðveldi sigur, at fyrireikingar skulu gerast og onnur alternativ skulu finnast áðrenn farið verður so langt sum at slíka samstarvið við russar. Tí ein slík avgerð skal ikki ganga hart útyvir føroysk húsarhald
Fráboðanin, sum eru frá øllum valevnunum hjá Tjóðveldi, er soljóðandi:
“Tjóðveldi tekur onga avgerð sum hóttir gerandisdagin hjá fólki
Sitandi landsstýri hevur ikki tikið nakra avgerð, funnið nakra semju ella gjørt nakrar fyrireikingar og ætlanir í málinum um okkara samstarv við Russland, men hevur í staðin blakað landið út í eitt valstríð.
Tað loysir tó onki – avgerðin um endurnýggjan av sáttmálanum skal takast nú, innan fyri komandi mánaðan!
Við ongum fyrireikingum, ongum alternativum, ber ikki til at gera broytingar her og nú, uttan at tað gongur hart útyvir føroysk húsarhald. Tað er sjálvandi ikki nakað, Tjóðveldi vil fremja í nøkrum máli.
Og vit hava frá byrjan sagt, at sjálvandi skulu allar ætlanir og fyrireikingar gerast. Vinnu- og sjófólk, sum hava Barentshavið sum livibreyð, skulu kunna kenna seg trygg í at livibreyðið eisini er har eftir jól.
Skal nakað broytast, krevst dygg fyrireiking, og breið semja má til. Hetta ásannar eitt samt Tjóðveldi, og vit vænta, at aðrir flokkar hava somu áskoðan.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald