Innanlands

Tjørnuvíkartunnilin: Fyrsta skotið skal latast í 2024

Hetta, um alt gongst eftir ætlan við fyrireikingunum. Tað kom fram í samband við borgarafundin í Tjørnuvík í gjár

Landsverk hevur síðani í fjørsummar arbeitt við at fyrireika, at Tjørnuvíkartunnilin kann fara ígongd. Og játtan er eisini sett av í ár. Denis Holm setti orð á støðuna í Tjørnuvík í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsverk hevur síðani í fjørsummar arbeitt við at fyrireika, at Tjørnuvíkartunnilin kann fara ígongd. Og játtan er eisini sett av í ár. Denis Holm setti orð á støðuna í Tjørnuvík í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-07 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var borgarafundur í Tjørnuvík, og har fekst sjón fyri søgn, at áhugin fyri Tjørnuvíkartunlinum er sera stórur. Tað var fulsett í salinum í bygdarhúsinum, skrivar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið.

Aðalráðið skipaði fyri saman við Landsverki, og borgarsjótin í Sunda Kommunu, Jógvan Kruse, slapp eisini til orðana.

Dennis Holm, landsstýrismaður, vísti m.a. á, at gongdin seinastu 40+ árini hevur verið, at tey nógvu góðu størvini eru í og kring miðstaðarøkið, serliga er talan um størv til fólk við útbúgving. Og tá tey flestu ungu í dag nema sær eina førleikagevandi útbúgving eftir fólkaskúla og miðnámsskúla, eisini úti á bygd, enda nógv eftir lokna útbúgving av somu orsøk við at seta búgv í ella kring miðstaðarøkið.

Harvið er samferðslan umráðandi. Vegasambandið til júst Tjørnuvíkar stendur mát við tað, sum man er vanur við í Føroyum í 2024. Samgongan hevur av somu orsøk raðfest Tjørnuvíkartunnilin, og um alt gongur væl, kann tað seinni í ár farast undir fyrireikingarnar til, at fyrsta skotið kann latast einaferð áðrenn ársskiftið.

Hetta segði Dennis Holm, landsstýrismaður, í gjár.


Mynd: fisk.fo

[object Object]Mynd: fisk.fo

Landsverk hevur síðani í fjørsummar arbeitt við at fyrireika, at Tjørnuvíkartunnilin kann fara ígongd. Og játtan er eisini sett av í ár, staðfestir fisk.fo.

- Borgarafundurin í Tjørnuvík er ein týðandi liður í fyrireikingararbeiðinum. Tað hevur stóran týdning, at øll fáa høvið at kunna seg um linjuføring og annað, og fáa høvið at siga sína hugsan, segði Dennis Holm, landsstýrismaður, áðrenn framløga var um Tjørnuvíkartunnilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder