Innanlands

Tjørnuvíkingar fáa kunning um tunnil

Fundurin verður týskvøldið 30. januar kl. 19 í Bygdahúsinum í Tjørnuvík

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2024-01-26 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk bjóðar nú borgarum í Tjørnuvík til ein kunnanaid fund um fyrireikingarnar til Tjørnuvíkartunnilin.

Fundurin verður týskvøldið 30. januar klokkan 19 í bygdahúsinum í Tjørnuvík.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, Dennis Holm, landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu luttaka á fundinum. Høvi verður at seta spurningar inn til verkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder