2023-09-14 07:36

Ein persónur varð í gjár handtikin og skuldsettur fyri handilsstuldur.
Hetta hendi eftir eitt tjóvarí í einum handli í SMS um middagsleitið. Persónurin hevði tikið vørur fyri “nakrar túsund krónur”, men vaktleiðarin á løgregluni ynskir ikki at siga nakað nærri um, hvat slag av vørum talan er um, og hvør handilin er.
Løgreglan hevði somikið góð spor at ganga eftir, eitt nú frá vakmyndatólum í handlinum, at ein persónur stutt eftir varð handtikin og skuldsettur fyri stuldurin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald