Avlýstur, avlýstur, avlýstur og innímillum: "Diverted".
Flogferðslan umvegis Vága Floghavn er í løtuni løgd lamin. Orsøkin er, at tað er kjaftsvart í mjørka í Vágum.
Tað er sonevnd mjørkaætt, og hetta ávirkar øll flogfeløg, sum skuldu lenda, og nú eisini tey sum eftir ætlan skuldu úr Føroyum seinnapartin og í kvøld.
Tað ávirkar eisini Atlantic Airways og SAS, sum annars hava ógvuliga framkomna tøkni, í mun til at navigera og lenda. Nógv skal til, um tað ikki skal bera til - at tað er nakað av vindi nú hjálpir kanska heldur ikki.
Eitt flogfar hjá Atlandsflogi, sum skuldi koma úr Íslandi, er endað í Bergen, og eitt annað úr Keypmannahavn endaði í Aalborg. Har verða tey fyri náttina: Sum yvirlitið á leinkjuni omanfyri vísir, umframt tað á atlantic.fo, eru allir komur og fráferðir í kvøld avlýstar.
Nógv skal harvið henda í morgin, men tá verður eisini mjørkaætt. Spurningurin er so, um støðan verður nakað betri tá.
Dystir kunnu verða útsettir
Nógv fólk eru ávirkaði av støðuni í dag; millum annað nøkur ítróttalið sum hava uppgávur á Tórsvølli og við Tjarnir.
Millum annað sita hondbóltsspælararnir hjá Vali, harímillum Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi veðurfastir í Bergen, og Óli Mittún og hinir hjá GOG sleppa kortini ikki til landið í kvøld. Teir skulu spæla í Wenzel Nordic Cup, har Kiel og H71 eru hini liðini.
Sí eisini: Landsliðsspælarar koma til landið at spæla móti H71 og hvørjum øðrum
Fyrstu dystirnir eru á skránni hóskvøldið - Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir úr Kiel standa at lenda í morgin, og sum nú stendur Bergen-fogfarið, upprunaliga úr Ísland, at lenda 07.00 hósmorgunin.
Størrri ivamál er við Lech Poznan-hópinum, sum enn stendur at lenda við leiguflogfari úr Póllandi 17.30 í dag. Soleiðis verður ikki, og so er spurningurin nær mótstøðuliðið hjá KÍ kann koma til landið. Avgerandi Europa League-dysturin stendur at verða spældur klokkan 18.30 hóskvøldið.
![]()
Spælarar hjá Lech Poznan bíða á flogvøllinum í Póllandi - sum skilst sita teir eina løtu afturat, men alt bendir á, at teir mugu royna aftur í morginárini (Mynd: Lech Poznan)
Sí eisini: Teir hjá Lugano eru lendir í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald