Innanlands

Tøð komið í spillivatnsskipanina í Fuglafjarðar kommunu

Tað hevur við sær dálking av áðum, strandarlinju, og er til ampa fyri fólk sum búgva nærhendis, sigur kommunan, sum heitir á fólk um at ikki lata tøð í spillivantskipanina og áir

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

(Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

2022-04-15 13:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fuglafjarðar kommuna hevur staðfest, at tøð eru latin í kommunalu spillivatnsskipanina í bygdunum. Hetta hevur ført við sær dálking av áum,strandarlinju og er til ampa fyri fólk, ið búgva nærhendis. Somuleiðis er vandi fyri at høvuðs spillivatnsskapanirnar blíva tiptar.

Kommunan heitir á allar borgara, ið hava fjós og seyðahús, um ikki at lata tøð í spillivatnsskipanina og áir.

Fuglafjarðar kommuna heitir eisini á borgarar, um at kanna eftir, at spillivatns- og omanávatns(regnvatn) leiðingar eru rætt íbundnar. Er borgarin varugur við ólag á spillvatnsskipanini, skal hetta boðast frá á kommunuskrivstovuni beinanvegin, sigur kommunan.

Fuglafjarðar kommuna fer í næstum at kannað fjós og seyðahús, fyri at tryggja, at køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar lúka ásetingarnar í kunngerðini um umhvørvisreglur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder