Uttanlands

Tók 23 minuttir at finna eldin

Eingin eldur varð funnin í Norte-Dame tá fyrsti alarmurin ljóðaði. Kirkjan var bert hálvan tíma frá at verða løgd í oyði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-04-17 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fronsku myndugleikarnir kanna nú eldsbrunan í Notre-Dame dómkirkjuni og royna at finna orsøkina, við at skráseta tilburðargongdina so neyvt sum gjørligt.

Ein av spurningunum, sum svar ynskist uppá er, hví tað tók so langa tíð áðrenn sløkkiliðini fóru í gongd við sjálvt sløkkingararbeiðið.

- Tað vit vita er, at fyrsti alarmurin fór í gongd klokkan 18.20, og allar vanligar mannagongdir vórðu fylgdar, men eldurin varð ikki funnin, sigur Rémy Heitz hjá fronsku ákærumyndugleikunum.

Hann greiðir frá, at fleiri mans fóru upp í katedralin fyri at kanna eftir undir takinum uttan at síggja tekin um eld.

Tað var ikki fyrr enn aðrir alarmar fóru í gongd, klokkan 18.43, at tey funnu eldin, sum tá longu hevði fingið fastatøkur og spjaddi seg skjótt, skrivar The New York Times.

50 granskarar arbeiða nú við málinum, men tey eru enn ikki sloppin inn í bygningin at kanna av trygdarávum, skrivar NRK.

Fyribils er eldsbrunin staðfestur at vera eitt hendiligt óhapp, men neyvari kanning hevur enn ikki ført til, at aðrar orsøkir til eldin kunnu útihýsast.

Kanningarfólkini hava avhoyrt umleið 30 fólk eftir eldsbrunan. Ein kelda hjá ákærumyndugleikanum í Paris sigur, at talan í fleiri førum er um arbeiðsfólk, sum hava verið við í umvælingararbeiðinum, sum fer fram í dómkirkjuni.

Franskir miðlar skriva, at tað er byggifelagið Le Bras Freres, sum hevur ábyrgdina av umvælingini. Felagið upplýsir á heimasíðu síni, at tey eru serfrøðingar í takálegging og umvæling av kirkjum og søguligum bygningum.

Eyðkenda kirkjan í Paris fekk umfatandi skaðar av ógvusliga eldinum. Men beinagrindin í bygninginum, sum er úr gróti, stendur framvegis.

Franskir myndugleikar siga, at sløkkiliðsfólkini eiga æruna av, at katedralurin ikki liggur í oyði í dag, skrivar The Guardian.

500 mans arbeiddu hart móti eldslogunum. Hitin nærhendis bygninginum varð máldur til upp móti 800 stigum. Fleiri av sløkkiliðsfólkunum settu egna lív sítt í váða fyri at forða fyri, at eldurin slapp av breiða seg til klokkutornini í vestara enda av bygninginum.

Um tað varð hent, hevði eldsbrunin verið meira umfatandi, og kirkjan hevði verið niðurbrend, heldur Laurent Nunez, sum er embætismaður í innanríkisráðnum.

Myndugleikarnir meta, at Norte-Dam var bert 15 til 30 minuttir frá at verða løgd í oyði. 

Les eisini: Notre Dame byggjast uppaftur innan fimm ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder