
Í skrivandi stund eru fleri enn 100.000 krónur latnar í stuðli, og fram til 3. januar ber enn til at stuðla verkætlanini, sum upprunaliga søkti um 90.000 krónur í stuðli. Tað málið er rokkið.
– Tvær vilstar sálir við ósambæriligum heimsfatanum hittast ferð eftir ferð undir margháttligum umstøðum, og tað vísir seg líðandi, at teir eru samantvinnaðir av onkrari megi, ið er nógv størri, enn teir duga at skilja.
Soleiðis stendur í lýsingini av nýggja føroyska spælifilminum “111 góðir dagar”, sum Trygvi Danielsen og Pætur Marjunarson Dahl hava framleitt.
Á leikaralistanum eru nøvn sum Annika Hoydal, Búi Dam, Torkil Tórgarð, Anfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Sóleyð Danielsen, Høgni Mohr, Eivør Pálsdóttir, Joe & The Shitboys, og Ole Wich.
Meira um Hópfíggingina og meira um filmin kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald