Fýra fólk hava í morgun latið lív, eftir at ein lítil skúlabussur varð árendur av einum toki í Buggenhout í Belgia, skrivar Ritzau, sum endurgevur belgiskar miðlar.
Tveir tannáringar, ein bussførari og ein vaksin fylgjari hjá skúlabørnunum hava latið lív.
Umleið 100 ferðafólk, sum vóru við tokinum eru flutt til eina sløkkiliðsstøð í nærumhvørvinum. Ein av ferðafólkunum fær viðgerð fyri skelk.
Tokferðslan í økinum er steðgað upp, og bussar eru settir inn á leiðini.
Tað er ikki óvanligt við ferðsluvanlukkum á jarnbreytarbrúgvum í Belgia, har jarnbreytarkervið fer tvørturum bygdir og býir.
Í 2025 doyðu fimm fólk í slíkum vanlukkum í Belgia. Tað var lægsta deyðstalið síðan 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald