Tá Lena Anderssen í mars 2018 fór til Los Angeles at spæla inn tónleikin til komandi útgávuna State of the Land, hevði føroyska songkvinnan neyvan ímyndað sær, at tað fóru at ganga seks ár, áðrenn útgávan sá dagsins ljós.
Útgávan hevur sína serliga søgu, tí tað var enski ljóðtøkningurin Geoff Emerick, ið sat aftan fyri knøttarnar, tá Lena og hennara tónleikarar spældu inn grundirnar til tey ellivu løgini, sum eru á State of the Land. Geoff Emerick var serliga kendur fyri slóðbrótandi upptøkurnar aftan fyri søguligar útgávur so sum Revolver, Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band og Abbey Road hjá The Beatles.
Í oktober 2018 doyði Geoff Emerick av hjartatilburði og State of the Land gjørdist sostatt seinasta heildarútgávan, sum mæti enski ljóðmaðurin arbeiddi við. Hetta hevði eisini við sær, at nýggjar ætlanir máttu leggjast fyri, hvussu útgávan skuldi gerast liðug.
Nú er tað so greitt, at fríggjadagur 26. januar 2024 gjørdist dagurin, tá LP plátan State of the Land loksins kom í handlarnar og kann keypast í Tutl handlinum í miðbýnum og hjá Oceania Records í Klokkaragøtu í Havn. Haraftrat er útgávan, ið telur 11 løg, eisini tøk á øllum sosialum miðlum so sum Spotify og Apple Music.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald