Uttanlands

Tók selfie við njósnaraballónini

Amerikanska verjumálaráðið leysgav eina serliga mynd í gjár

Selfie við njósnaraballón. Legg merki til skuggan av flogfarinum á sjálvari ballónini (Mynd: EPA)

Selfie við njósnaraballón. Legg merki til skuggan av flogfarinum á sjálvari ballónini (Mynd: EPA)

2023-02-23 11:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska verjumálaráðið hevur leysgivið eina mynd, sum ein flogskipari tók av kinesisku ballónini, sum fyrr í mánaðinum sveimaði tvørtur um USA.

Myndin – ein selfie – er tikin úr einum U-2 njósnaraflogfari meðan ballónin varð fylgd á síni ferð tvørtur um USA. So skjótt ballónin var komin yvir hav aftur, varð hon skotin niður.

Beijing hevur hildið fast um, at talan var um eina veðurballón, sum var farin av kós.

Men Wasington sigur, at var ein partur av eini umfatandi kinesiskari njósningarskipan, skrivar BBC.

Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið sigur, at kanningarnar av ballónini vísa, at hon var før fyri at savna inn signal av serligum týdningi.

Ballónin varð fyrstu ferð sædd yvir Alaska 28. januar. Jagaraflogfør hjá North American Aerospace Defense Command (NORAD) – eitt samstarv millum amerikansku og kanadisku loftverjuna – eyðmerktu flúgvandi lutin, men valt varð ikki at skjóta ballónina niður.

Tey vildu ikki skjóta hana niður yvir land orsaka av vandanum fyri, at lutirnir kundu raka sivil fólk og ognir á jørðini.

Eitt embætisfólk greiddi politikarum fyrr í mánaðinum frá, at ballónin var eins høg og Frælsisgudinnan og bar eina last á stødd við eitt jettflogfar.

Myndin, ið varð leyslatin í gjár, varð tikin dagin fyri, at ballónin varð skotin niður út fyri strondina í South Carolina 4. februar.

Sagt verður, at ballónin fleyg í 60.000 fóta hædd (yvir 18 kilometrar). U-2 flogførini flúgva vanliga í 70.000 fóta hædd, sambært flogverjuni, skrivar BBC.

Hesi flogførini við einum manni umborð, kallað Dragon Lady, vórðu fyrr flogin av fólki frá CIA. Flogskipararnir skulu vera í fullum trýstbúna, eins og rúmdarfólkini brúka.

Leitingin eftir lutunum frá ballónini endaðu fríggjadagin. Fleiri partar, herundir sjálv lastin, eru funnir, sambært pressutalskvinnuni hjá Pentagon. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder