Uttanlands

Tók undir við at leyslata Navalnyj

Tað greiddi russiski forsetin, Vladimir Putin frá sunnukvøldið

Fólk mintust Navalnyj uttanfyri russisku sendistovuni í Prag 1. mars (Mynd: EPA)

Fólk mintust Navalnyj uttanfyri russisku sendistovuni í Prag 1. mars (Mynd: EPA)

2024-03-18 18:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin Vladimir Putin tók undir við at leyslata andstøðingin Aleksej Navalnyj í fangabýti, áðrenn hann doyði í februar.

Tað greiddi hann sjálvur frá í sigursrøðu sínari sunnukvøldið, eftir at hann varð útróptur til vinnara av forsetavalinum.

Ein treyt var, at Navalnyj ikki fór at koma aftur til Russland.

Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð í fleiri ár, at Putin alment nevnir Navalnyj við navni.

– Navalnyj. Ja, hann andaðist. Tað var ein syrgilig hending, segði Putin m.a.

– Nakrar dagar frammanundan harra Navalnyj doyði, greiddu nakrir starvsfelagar mær frá einum hugskoti um at býta harra Navalnyj við fólk, sum sita í vesturlendskum fongslum.

Tað var 16. februar, at Navalnyj andaðist í eini fangalegu í Sibiria. Hann gjørdist 47 ára gamal. Stuðulsfólk hjá Navalnyj leggja Putin undir at standa aftanfyri, men tað hevur russiska stjórnin víst aftur.

Eitt talsfólk hjá Navalnyj segði, at samráðingar vóru ígongd um at leyslata Navalnyj og tveir amerikanarar í býti fyri russiska Vadim Krasikov, sum hevði fingið lívlanga fongsulsrevsing í Týsklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder