2020-09-17 07:27
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Skúlaungdómar tuskaðu inn í Havnar Bio í gjár til føroysku teknifilmsrøðina Skúla Scam, sum 17 ára gamli Tóki Jansson hevur gjørt.
Tóki var ógvuliga spentur undan sýningini. Hetta var frumsýningin, nú teknifilmsrøðin fer av landinum at luttaka á filmsfestivalinum Buster í Keypmannahavn.
Ungi filmsleikstjórin hevur sjálvur bæði teknað, skrivað handritið og lagt røddir til filmin. Jónas í Dali Wagner hevur lagt Tóka lag á, skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi.
Hetta er fyrstu ferð, ein føroyingur er umboðaður á filmsfestivalinum fyri børn- og ung í Keypmannahavn.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald