Ein óvanligur fundur millum tveir av heimsins mest umstríddu leiðarar er væntandi fyrsta dagin.
Statsliga tíðindastovan í Norðurkorea, KCNA, hevur váttað, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, er farin til Russlands, har hann skal fundast við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Kim Jong-un fór úr norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang, seinnapartin sunnudagin í privatum toki.
Ferðin varð mánadagin umrødd í suðurkoreanskum og russiskum miðlum, men hevur higartil ikki verið váttað úr Norðurkorea.
Ein talsmaður fyri russisku stjórnina, Dmitrij Peskov, upplýsti, at fundurin millum Putin og Kim Jon-un skuldi vera ein av komandi døgunum, tá Putin kemur aftur úr Vladivostok, har forsetin hevur verið á einum búskaparfundi.
Sambært russisku Tass tíðindastovuni, er uttanríkisráðharrin í Norðurkorea, Choe Son-hui og fleiri leiðandi hernaðarfólk við á ferðini.
Myndir úr Pyongyang vísa, at fráferðin hjá Kim Jong-un varð hátíðarhildin av bæði hernaðarfólkum og sivilum norðurkoreanum. Tey vórðu møtt á tokstøðini við blómum og fløggum.
Í nátt skrivaði japanska tíðindastovan, Kyodo, at norðurkoreanski leiðarin er komin til stóra grannalandið fyri vestan – til markabýin Khasan.
Hetta er eisini váttað av russisku tíðindastovuni Ria Novosti. Tíðindini um ætlaða fundin millum leiðararnar í Norðurkorea og Russlandi hava gingið í nakrar dagar.
Longu 4. september skrivaði blaðið New York Times, at fundurin millum Kim og Putin var settur á skrá, og at hann eftir øllum at døma skuldi snúgva seg um vápn.
Blaðið hevði tíðindini frá ónevndum embætisfólkum í USA og nøkrum sameindum londum. Sambært keldunum skuldu leiðararnar eisini tosa um samstarv av øðrum slag.
Hetta er fyrsta ferðin í fýra ár, at leiðslan í Norðurkorea váttar, at Kim Jong-un er farin á uttanlandsferð. Seinast var móti endanum av 2019.
Tá vitjaði hann Putin í Vladivostok í Russlandi í kjalarvørrinum av miseydnaðu samráðingunum við táverandi amerikanska forsetan, Donald Trump. Tað var fyrstu ferð, at Putin og Kim Jong-un hittust.
Síðan hevur Norðurkorea havt vitjan úr Russlandi. Verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, var á almennari vitjan í Norðurkorea so seint sum í juli, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald