NNýhugsan innan tøkni skal hjálpa bókmenta – og mentanarligu ferðavinnuni í Tórshavnar kommunu. Tí er Visit Tórshavn vorðin partur av ES-verkætlanini N-Lite.
N-LITE stendur fyri Litterary Tourism Immersive Technology Acceleration. Í verkætlanini verður millum annað miðað eftir at brúka nýhugsandi talgild produktir til at hjálpa bókmenta- og mentanarligu ferðavinnuni á staðnum.
Í tí sambandi skipaði Visit Tórshavn, saman við finska universitetinum KAMK, í vikuni fyri verkstovu á Hotel Hafnia. Hetta var fyri umboðum innan mentan, bókmentir, ung og ferðavinnu í Tórshavnar kommunu.
Endamálið við verkstovuni var bæði at kunna um tilvitaða tøkni og knýta hana saman við í bókmentaferðavinnu. Tilvitað tøkni kallast á enskum immersive technology, dømi um tilvitaða tøkni eru m.a. virtual reality og augmented reality.
Fyri verkætlanini stendur nýggja menningarfólkið hjá Visit Tórshavn, Annika Lisberg. Annika byrjaði í starvinum í januar.
Hon er 32 ára gomul, hevur ein kandidat í ferðavinnu frá Aalborg universiteti, og hevur breiðar royndir úr ferðavinnuni heima og í Danmark. Ikki minst hevur hon royndir við grønum sertifiseringum - eitt øki ið Visit Tórshavn fer at arbeiða meira við.
N-LITE verkætlanin byrjaði á sumri í 2023 og endar á sumri í 2026. Til ber at lesa meira um N-LITE HER
Visit Tórshavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald