Tóku av semingsuppskotinum

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eru samdir um, at lønin skal hækka 4.32 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið

Annfinnur Garðalíð, formaður í FSN, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip (Mynd: industry.fo)

Annfinnur Garðalíð, formaður í FSN, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri farmaskip (Mynd: industry.fo)

2025-03-18 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið legði Seemingsstovnurin eitt uppskot fyri Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Tey hava verið undir samráðingunum í eina tíð uttan útslit.

Í dag boða feløgini frá, at tey hava góðtikið semingsuppskotið og harvið skrivað undir ein nýggjan tvey-ára sáttmála.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið.

Hetta skrivar Vunnuhúsið.
- Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

Sum Kringvarpið skrivar, fevnir sáttmálin um handilsskip, frálandavinnuskip, Bakkafrost og Norrønu.

Formenninir í feløgunum, Annfinnur Garðalíð og Jens Meinhard Rasmussen staðfestu sítt nøgdsemi fyri Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder