2024-12-20 08:02
Fyrrapartin í gjár steðgaði løgreglan einum bilførara í Klaksvík og skuldsetti hann fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.
Talan var um eina tilvildarliga kanning, sonevnt rutinukjekk, sigur løgreglan.
Nú verður bíðað eftir úrslitinum frá blóðroyndini.
Enn eitt óhapp hendi við seyði í gjár. Vit skrivaðu í gjár um, at fýra seyðir vóru yvirkoyrdir seinasta samdøgrið, men fyrrapartin í gjár varð enn ein seyður ákoyrdir. Tað var í svinginum sunnanfyri Stykkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald