Innanlands

Tóku tíggju nummarplátur í nátt

Týsdagin fekk løgreglan 692 mál frá Akstovuni um vegskattaeftirstøður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-08 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan er í hesum døgum farin at taka nummarpláturnar av akførum, sum ikki hava goldið vegskatt.

Tað var týsdagin, at Akstovan lat politistøðunum kring landið 692 mál um vegskattaeftirstøður. Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri, at hann hevur goldið vegskatt, verða nummarpláturnar tiknar.

Løgreglan sigur í morgun, at tey í nátt hava tikið tíggju nummarplátur í høvuðsstaðarøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder