Innanlands

Tóku tvey ólóglig prutl í Hoyvík

Í øðrum førinum verður eigarin skuldsettur fyri at loyva persóni undir 15 ár at koyra

2025-02-11 08:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan var í gjár til staðar í Hoyvík fyri at kanna prutl, og kom fram á tvey, sum vóru broytt til at koyra skjótari er loyvt er.

Talan var um sokallað smá prutl ella skutarar, sum ikki skulu koyra meira enn 30 kilometrar um tíman, og kunnu koyrast av persónum niður til 15 ára aldur.

Í øðrum førinum var prutlførarin yngri enn 15 ár og hevði sostatt ikki koyrikort. Viðkomandi kundi tessvegna heldur ikki skuldsetast. Men eigarin av prutlinum – ein familjulimur – verður nú skuldsettur fyri at hava latið akfarið til ein, ið ikki hevði loyvi at koyra tað.

Eisini vóru nummarspjøldrini tikin av prutlinum, tí tað varð mált til at koyra 47 kilometrar um tíman.

Í hinum førinum staðfesti løgreglan, at prutlið var ólógligt. Prutlið varð tikið inn á støðina til kanningar, sum vístu at tað kundi koyra upp í 80 kilometrar um tíman. Eiganin verður skuldsettur, og eisini her vórðu nummarspjøldrini inndrigin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder