Tveir tokvognar við vandamiklum góðsi hava rent saman í Sävenäs í Göteborg, skrivar svenska TT-tíðindastovan.
Vognarnir koyrdu av toksporinum, tá teir skuldu knýtast saman í morgum.
Báðir vognarnir hava vandamikil evni umborð. Í øðrum er ethylenoxid, sum er eitt eitrandi og eldfimt gass, og í hinum er hydrogen perixid, brintyvirilta.
Fyrstu fráboðanirnar søgdu, at annar vognurin er koppaður, men so galið er tað tó ikki, sigur Martin Berndtsson frá bjargingartænastuni við TT.
600 metrar frá vanlukkustaðnum eru stongdir av og fólkið er flutt frá fleiri bygningum á leiðini, millum annað einum skúla.
Ongi tekin eru um, at vognarnir leka, upplýsir bjargingartænastan.
Ongar fráboðanir eru um persónskaða í sambandi við óhappið. Togferðslan í økinum er støðgað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald