Innanlands

Tollsamstarvið við Danmark og Grønland verður styrkt

Á norðurlendskum tollstjórafundi í Stokkhólmi hin 17. september góvu Føroyar, Danmark og Grønland hvørt øðrum tilsøgn um eitt enn sterkari tollsamstarv. Føroyar undirskrivaðu í hesum sambandi tvær nýggjar tollavtalur.

Frá vinstru: Kim Neumann Nielsen úr Grønlandi, Christian Lützen úr Danmark og Eyðun Mørkøre úr Føroyum

Frá vinstru: Kim Neumann Nielsen úr Grønlandi, Christian Lützen úr Danmark og Eyðun Mørkøre úr Føroyum

2024-10-14 14:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Londini fara nú at leggja serligan dent á at luta vitan og royndir sínámillum.

Hetta er týðandi partur av fyrru avtaluni, ið viðger yvirskipaða tollsamstarvið landanna millum.

Avtalan fevnir eisini um felags tollverjuátøk fyri tey trý samfeløgini umframt um førleikamenning av starvsfólkum og um servenjing av rúsevnahundum.

Hin avtalan, sum Føroyar undirskrivaðu, er ein rammuavtala við Danmark, har samstarvið millum londini verður útgreinað, serliga førleikamenningin.

– Tolløkið er álvarsmál, ikki minst tá ið ræður um rúsevni, og tí fegnist eg um nýggju avtalurnar og um góða samstarv okkara við Danmark og Grønland og grannalondini yvirhøvur, sigur Ruth Vang, ið sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur evstu ábyrgd av virkisøkinum hjá TAKS.

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, skrivaði undir nýggju avtalurnar Føroya vegna.

TAKS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder