placeholder
Innanlands

Tólv hava søkt starvið sum stjóri á Akstovuni

Jákup Jacobsen fer frá í heyst, tá hann fyllir 67 ár. Hetta skrivar Kringvarpið í dag

2022-04-26 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Akstovan skal seinni í ár hava nýggjan stjóra. Tað verður í heyst, tá Jákup Jacobsen, fer frá vegna aldur. 

Kringvarpið skrivar, at verandi stjórin hevur søkt um at verða loystur úr starvi í heyst, tá hann fyllir 67 ár. Hann hevur tá verið í starvinum í 25 ár.

Greitt er nú, at tólv umsóknir eru komnir til stjórastarvið á Akstovuni. Sambært Kringvarpinum er tað í øllum førum talan um føroyskar menn.

Fyri at søkja skuldi viðkomandi hava viðkomandi útbúgving í til dømis løgfrøði, verkfrøði, búskapi ella sum løgreglufólk.

[object Object]Jákup Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder