Mánadagin boðaði Eric Swallwell, kongresslimur úr Kalifornia, frá, at hann kortini ikki stillar upp til at gerast demokratiskt forsetavalevni. Talið av demokratiskum valevnum kom aftur í dag uppá 24, tá Tom Steyer kunngjørdi, at hann stillar upp. Hann segði annars í januar, at hann ikki fór at vera við í stríðnum um at gerast demokratiskt valevni.
62-ára gamli Thomas Steyer hevur í nógv ár verið høgur í íløgufeløgum og bankum, og hann er milliardingur. Í 2013 setti hann NextGen America á stovn, ið er eitt felag, sum ikki miðar eftir peningaligum vinningi. Felagið setur umhvørvi sum høvuðsmál, og stuðlar millum annað politikkarum og lógum, ið vilja gera nakað nakað við m.a verðurlagsbroytingar.
Steyer hevur verið ein sera harður kritikkari av Donald Trump, og hevur millum annað roynt at slóa fyri, at núverandi forsetin verður koyrdur frá - at hann verður "impeached". Talsmaðurin hjá ríkmanninum sigur, at Steyer ætlar at nýta 100 milliónir dollarar til valstríðið, og hetta er greitt meira enn hini valevnini. Hetta er eisini helvtin av tí, sum Hillary Clinton brúkti í stríðnum at gerast demokratiskt valevni í 2016.
Kelda: New York Times
Uttanlands
Tom Steyer meldar seg inn í stríðið um at gerast forsetavalevni
Milliardingurin fer at nýta 100 milliónir dollarar til sítt valstríð
Tom Steyer hevur stríst fyri at fáa Donald Trump frá. Nú vil hann stilla upp ímóti Trump til forsetavalið næsta ár - Mynd: New York Times
2019-07-09 20:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald