Innanlands

Tómgongd í tinginum

Enn samráðast flokkarnir um nýggja samgongu. Sum skilst er ósemja um fiskivinnuskipanina

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-09 22:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn eru fólk úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum savnaði í løgtinginum, har samráðst hevur verið um nýggja samgongu seinastu dagarnar.

Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, lat væl at samráðingunum fyrr í kvøld, men vildi ikki siga nakað nágreiniligt um hvat hendir og hvat ósemjurnar snúgva seg um. Klokkan nærkast ellivu, og enn eru tey ikki farin til hús.

Sum skilst er ein ávís ósemja um fiskivinnuskipanina millum tinglimir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.

Sum fleiri av tingfólkunum siga - her eru nakrar nøtir eftir at bróta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder