Mentan

Tónavatn: Skipa fyri serstakari uppliving á Heygsvatni leygardagin

Fólk í árabátum savnast runt um tónleikapall, sum flýtur á vatninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-28 18:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein heilt serstøk náttaruppliving verður í vøkru náttúruni á Heygsvatni í Hvalba leygarkvøldið 3. juli 2021 kl. 22.50 saman við føroyskum lista- og mentafólkum.

Byrjað verður á sandinum í Hvalba, har G&G fara at vísa teirra nýggjastu kollektión til tónarnar hjá Brynjálvi á Heygum.

Síðani fylgjast vit øll eftir Mýruvegnum niðan á Heygsvatn

Henda serstaka upplivingin er ókeypis.

Suðuroyar Norðrara Bjargingarfelag og Bóltfelagið Royn syrgja fyri trygdini og fara at hava eitt trygdarfólk í hvørjum báti og fleiri kring vatnið. Fyri hetta er eitt súmbolskt gjald upp á 100 krónur fyri hvønn áhoyrara.

Á sjógvi og landi
Tað verða umleið 40 føroyskar árabátar úr allari Suðuroynni, so fólk fáa høvi at njóta tónleikin og náttúruna úr bátum á vatninum. Dentur verður lagdur á at geva fólki eina visuella náttúruuppliving, har ongir sølubásar, larmandi motorar, stik og fólk í gulum vestum órógva friðsæluna, ið eyðkennir føroysku summarnáttina.

Fyriskipararnir ímynda sær tað soleiðis:
Tað er ein vøkur summarnátt á Heygsvatni í Hvalba. Farið er um miðnátt, tó blómur fáa neyvan tíð at blunda, tí hásummar er. Lotið kennist lýtt, og fólk savnast kring Heygsvatn, sum durvar í kvirru.

Fólk í árabátum samlast runt um tónleikapallin, ið flýtur á vatninum, meðan horntónleikur, stjórnaður av Tróndi Enni, blandast við náttúrunar kvøldarljóð.

Allar ættir tiga og áraknarr er einasta ljóð, ið hoyrist – brádliga trína Greta, Frostfelt, Frum og Marius á pallin og himmalrúmið fyllist við kátum, søtum og rørandi tónum.

Hetta er TÓNAVATN.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder