Uttanlands

Tonga liggur fjalt í øsku

Øskan er orsøkin til, at flogfør við neyðhjálp ikki kunnu koma fram - tey mugu rudda flogbreyting fyrst

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2022-01-19 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

So hvørt sum fleiri upplýsingar koma frá oygjalandinum Tonga í Kyrrahavinum, um skaðarnar eftir gosspreingingina leygardagin, tess betri mynd kann umheimurin nú skapa sær yvir oyðileggingarnar, sum eru hendar.

Nýggjar myndir avdúka skaðarnar frá gosinum og flóðalduni, sum kom í kjalarvørrinum av gosspreingingini.

[object Object]Munurin á myndunum tiknar nú og fyri nøkrum vikum síðani. Fyrr var grønt - nú er alt undir í øsku, og ilt er at fáa eygu á hús og búsetingar (Mynd: EPA)

Myndirnar vísa, at allar oyggjarnar liggja fjaldar í einum tjúkkum lagi av øsku. Enn er tó bert boðað frá trimum fólkum, sum hava latið lív. Hinvegin eru stórar oyðileggingar á øllum samskiftisnetinum.

So spakuliga sigst altjóða samskiftið við at verða komið í rættlagð aftur, men gosspreingingin kvetti ein undirsjóvarkápil, og tað kann taka fleiri vikur, áðrenn hetta sambandið er fingið í rættlag aftur, skrivar BBC.

Tí kunnu íbúgvarnir í Tonga rokna við at skulu bíða eina tíð enn, áðrenn oyggjalandið hevur fult samskiftissamband aftur.

Nýggjar myndir, sum eru fingnar til vega umvegis umboðanini hjá Tonga í ES geva nú umheiminum nakað av vitan um hvussu stórar oyðileggingarnar eru.

Myndirnar vísa, at so at siga allur høvuðsstaðurin, Nuku’alofa liggur fjaldur í einum tjúkkum lagi av øsku. Tørvurin á reinum drekkivatni er stórur, men øskan forðar flutningsflogførum at lenda við neyðugu neyðsynjarvørunum. Sjálvboðin í hópatali hava í fleiri dagar arbeitt við at rudda flogvøllin við hjálp av skovlum og hjólbørum, skrivar bbc.com.

Myndirnar vísa eisini skaðarnar eftir flóðaldurnar. Oyðileggingar fram við standaøkinu, sum higartil ikki eru upplivdar, sambært stjórnini í oyggjalandinum.

Myndir, sum hernaðarflogfør úr New Zealandi hava tikið benda eisini á, at fleiri bygdir og búsetingar eru skoðaðar burtur.

[object Object](Mynd: BBC)



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder