Innanlands

Tonik GameJam verður í mai

Tonik og GameJam Føroyar hava gjørt eitt samstarv fyri at stimbra føroysku spælvinnuna

2025-04-18 19:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

GameJam er eitt altjóða konsept hvørs høvuðsendamál er, at menna eitt spæl innan fyri eitt ávíst tíðarskeið – vanliga 48 tímar.

Tonik GameJam verður eitt sindur øðrvísi enn tey vanligu GameJam Føroyar tiltøkini. Tiltakið fer at strekka seg yvir eina heila viku, og byrjar við einum GameJam vikuskifti 2.– 4. mai.

Luttakararnir fáa síðani møguleika at leggja síni úrslit fram fyri einum altjóða paneli við royndum vinnulívsfólkum, íleggjarum og spælmennarum, ið velja besta liðið, sum fær møguleika at vísa fram á stórslignu Tonik ráðstevnuni í Sjóvinnuhúsinum 9. mai.

Tonik GameJam er ætlað at eggja mennarum, listafólkum, sniðgevum og kreativum heilum at stremba eftir einari yrkisleið innan spælmenning. Luttakarar fáa møguleikan at netverka við fólk úr vinnuni á Tonik 2025, har fleiri tungvektarar úr gaming vinnuni luttaka. Eitt nú Matthias Gredal, stjóri í SYBO Games, sum stendur aftanfyri spælið Subway Surfers.

Nærri kunning um Tonik GameJam fæst her og nærri kunning um Tonik fæst her.

Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk - sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder