
Tað gongur ikki stillisliga fyri seg í føroyska tónleikaumhvørvinum í hesum døgum. Eitt stríð sær út til at hava tikið seg upp eftir eitt uppslag á Facebook hjá sangarinnuni Marionnu Nagata. Eitt uppslag, sum snýr seg um eitt innslag, sum Leivur Thomsen gjørdi í Vikuskiftissendingini í útvarpinum.
Uppslagið hevur fingið bikarið hjá Terja Rasmussen at flóta yvir. Hann hevur avlýst konsertir hjá ungum sangarindum.
Innslagið snúði seg um tiltakið Femininomen, sum var í OY í gjárkvøldið á kvinnudegnum. Eitt innslag, sum Marianna Nagata ikki var nøgd við.
- Tað er skeg at hoyra mannfólk sum Leivur Thomsen í útvarpinum tosa um evnir, sum eitt nú kvinnudagin ella tiltakið Femininomen og hata tað so nógv at tað hoyrist millum hvørja linju, byrjar Marianna Nagata við at skriva í sínum uppslagi.
- Eitt nú hvussu nógvar spurningar honum trongdist at seta til forsterkarar ella gittarar, heldur enn at spyrja EIN kritiskan og journalistiskan spurning um hví man velur at gera slík tiltøk/átøk, hvør tørvurin er á tí, hvat tað merkir fyri okkum at síggja og hoyra aðrar kvinnur spæla, skrivar sangarinnan millum annað.
Leivur Thomsen svarar eisini Marionnu Nagata aftur.
- Takk fyri viðmerkingina Marianna. Einasta haturið er, hvat tú sjálv leggur í hatta. Eg geri altíð vikuskiftissendingina við kærleika. Góðan kvinnudag til øll, skrivar Leivur Thomsen.
Avlýst konsertir
Men hetta hevur fingið Terja Rasmussen at taka avgerð um at avlýsa konsertir, sum skuldu vera á hansara barr í Nólsoy, Maggies. Konsertir við Sway, Daniu Tausen og Jazzygold.
- Vil við hesum boða frá at konsertirnar við Sway, Daniu Tausen og Jazzygold í Maggies eru avlýstar. So kunnu betong feministarnir siga hvat tær vilja. Men tað verður ikki broytt. Og eg fari ikki í dialog við nakran um tað. Man pissar ikki á mínar vinir. So er tann søgan ikki longri. Góðan kvinnudag til tykkum allar, skrivar Terji Rasmussen í einari viðmerking til uppslagið hjá Marionnu Nagata.
Terji Rasmussen, tónleikari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Aftur til Prix Føroyar í 1995
Á einum øðrum tráði sæst eisini nakað til orðadráttin, sum tykist at vera millum ungar kvinnuligar tónleikarar og eldri mannligar tónleikarar.
Jasmin Mote ella Jazzygold, sum hon kallar seg, hevur funnið eitt brot frá Prix Føoyum í 1995 fram, har Kim Hansen er í einum búna, sum hann sigur vera frá seinna heimsbardaga.
Hetta hevur fingið Kim Hansen at reagera.
- Tað er bara at blíva við at grava veitir. Til tín upplýsning, so var tað onkur sum klædnastøðingur sum klæddi okkum til Prix Føroyar í 1995, men eingin visti av, at tað var ein slíkur búni fyrr enn onkur viðmerkti tað nakað áðrenn hatta brotið. Tað er óiva gleðiligt fyri teg, at kunna við hesum, ákæra meg at verða nazist og allarhelst eisini rasist, skrivar Kim Hansen í einum tráði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald