Enski tangentleikarin, Dave Greenfield, er deyður orsaka av Covid-19 sjúkuni, skrivar tíðarritið NME. Greenfield, sum varð innlagdur á sjúkrahúsi við hjartatrupulleikum, gjørdist 71 ára gamal.
Greenfield var limur í punkrokkbólkinum The Stranglers, ið varð stovnaður í 1974, og framvegis er virkin. The Stranglers hava nýliga verið á konsertferð, sum tó varð støðgað orsaka av korona.
Greenfield kom við í bólkin í 1975 og spældi við til nú, hann doyði. Hann var millum annað við til at skriva størsta hittið hjá bólkinum ”Golden Brown” við serliga cembalo-ljóðinum. Sangurin kom upp á annað pláss á bretska hittlistanum, skrivar gaffa.dk.
Hugh Cornwell, sum var forsangari í bólkinum fram til 1990, skrivar soleiðis um deyða Dave Greenfields: ”Tað harmar meg at hoyra at hann er deyður. Dave var munurin á Stranglers og øllum hinum punkorkestrunum. Hansara musikalsku gávur og vinarliga sinnalag gav bólkinum eitt áhugavert twist. Hann skal minnast, sum maðurin, ið gav heiminum ”Golden Brown”, skrivar hann.
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald